Print Friendly, PDF & Email

Europa League, 1. undanumfar, seinni dystur: ÍF – MyPa 47 0-0

Onki mál varð skorað á Tórsvølli í kvøld. Gestirnir fingu tað teir komu eftir og ÍF megnaði ikki at fáa tað tiltronda málið ið kundi føra longda leiktíð við sær. Tí er Europa ævintýrið liðugt fyri í ár.

Úr fyrra hálvleiki er sum so einki at skriva heim um. Ari Ellingsgaard hevði einastu royndina fyri ÍF tá hann royndi seg við langskotið sum tíverri fór við síðuna av.

Leikararnir hjá MyPa tímdu onki serliga nógv, men komu fram til tvær vandamiklar frísparksstøður sum verjan hjá ÍF tó hevði tamarhald á.

Frá byrjan av seinna hálvleiki sást klárt at Íf legði meira fyri. Tá smáir fimm minuttir vóru leiktir skallaði Bogi bóltin yvir málið eftir eitt gott innlegg úr høgru. Málmaðurin fór heilt skeivur og var Bogi hepnari, kundi mál komið buturúr.

Nenad og Kristoffur royndu seg eisini við skotum, men annað fór framvið málinum og seinna royndin var blokkerað til horna.

Fimm minuttir eftir tímaslagið var tað sum um tað mesta krútið var brúkt og gestirnir komu betur við aftur.

MyPa royndi at halda bóltin gangandi millum leikararnar hampuliga framalaga uttan tó at herja á. Tíðin gekk og torført var hjá ÍF-leikarunum at koma ímillum.

Seinstu minuttirnar varð Bartal fluttur fram at leggja uppaftur meira trýst á. Hetta hevði so tað við sær at bóltarnir ið ikki blivu vandamiklir vóru fangaðir av miðvallarleikarunum hjá MyPa, sum so fóru í mótálop.

Fimm minuttir fyri tíð komu bæði Tommi Vesala og Dema í góðar støður. Tann fyrra royndin var blokkerað til horna, og skotið frá Dema, sum uppstóð eftir hornasparkið, fór við síðuna av.

Innskifti Leandro Motta átti helst at sett punktum fyri dystin tá hann spældi seg í sera góða støðu beint fyri leiklok. Jákup vísti tó hví hann enn er millum bestu málmenn í landinum og bjargaði sera væl.

Nakrar langar sendingar afturat vóru sendar fram móti áleyparunum, men tíverri stóðst ongin vandastøða av hesum og tí kundi Bosko Jovanetic bríksla linnliga Europa League dystin av.

Einki mál og ÍF er liðugt í Europa í ár. Hinvegin kunnu vit tó fegnast um, at javnleikur eisini er eitt úrslit ið telur við í samleiða rokniskapinum. MyPa 47 er víðari við smælasta málmuninum ið er møguligur.

Eisini kunnu vit fegnast um at okkara leikarar royndu tað teir kundu, men í kvøld vóru vit tó bara akkurát ov stuttir.

Koyr á, ÍF!

HAGTØLINI

Europa League, 1. undanumfar hósdagin 10. juli 2014 kl. 19:00 á Tórsvølli

ÍF – Myllykosken Pallo 47 0-0

Gult kort: Ari Ellingssaard, Bartal Eliasen og Poul Mikkelsen

Liðið: Jákup Mikkelsen – Poul Mikkelsen, Karl Løkin, Bogi R. Petersen, Kristoffur Jakobsen (Levi Jøkladal 88), Ari Ellingsgaard (Frank Poulsen 80), Høgni Zachariasen (liðsk.), Leivur Joensen, Nenad Saric, Jan Ellingsgaard og Bartal Eliasen

Óbrúktir eykaleikarar:Haldgrímur Gregersen, Fritleif í Lambanum, Aleksander Jovevic og Arnhold Kristiansen

Venjari: Albert Ellefsen

Dagsins maður: Karl Løkin (red.)

Dómari:Bosko Jovanetic (SRB) Hjálpardómarar: Nemanja Petrovic og Vladimir Cadjenovic (SRB) 4. dómari: Nenad Djokic (SRB)

 

skriva av Jónfinn Peturson