pl magnus 2012Pól Magnus Petersen er knýttur at besta liðnum hjá ÍF í ár, og góðar vónur eru um evnaríka leikaran. ÍF og Pól Magnus hava gjørt avtalu, ið bindur Pól Magnus til ÍF í 2013.

Fleiri evnaríkir leikarar eru í okkara ungdómsrekkjum, og har ímillum er Pól Magnus Petersen. Hann hevur verið knýttur at hópinum hjá Alberti Ellefsen í ár, og eingin ivi er um, at við røttu venjingini kann hann gerast ein sera góður leikari. Pól Magnus er 17-ára gamal, og hevur enn sín fyrsta dyst í bestu deildini til góðar.

 

Vit vilja ynskja Pól Magnusi góða eydnu víðari í ÍF búnanum.

 

KOYR Á ÍF !!