Pól Magnus, sum gjørdist toppskjútti í U18 dreingjum í ár, har hann fekk 15 av teimum 33 málunum, sum Víkinga liðið fekk, hevur skrivað undir avtalu, ið knýtir hann til okkum fyri komandi kappingarár. Umframt at hann hevði eitt gott ár á U18 liðnum, spældi hann 15 av 18 dystum á øðrum liði hjá okkum, har úrtøkan bleiv 4 mál. Pól Magnus er framrættaður miðvallari, ið eisini spælir á báðum kantunum.

Pól Magnus er næsti ungi leikari, ið hevur gjørt avtalu við felagið, og er hetta nakað, vit kunnu gleðast um. Vit ynkja Pól Magnusi hjartaliga tilukku við sáttmálanum.