Print Friendly, PDF & Email

Júst úttikni U21 landsliðsleikarin, Poul Nolsøe Mikkelsen, eisini nevndur “Nøddi”, hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við ÍF fyri 2016.

Sterki miðverjuleikarin úr Klaksvík hevur leikt 67 dystir fyri effodeildarlið okkara. Eitt mál hevur hann skotið, og tað var í 2013 móti Víkingi – tá vunnu vit 2-1.

Vit ynskja Poul hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og ynskja honum og hinum leikarunum góða eydnu við tí ið restar av kappingarárinum 2015.

Koyr á ÍF!