Print Friendly, PDF & Email

Clayton og LawalFleiri miðlar hava skrivað um, at vit hava styrkt um hópin við AdeshinaLawal. Í kvøld kunnu vit so almannakunngera, at sáttmáli er skrivaður við framherjan úr Nigeria.

30 ára gamli Adeshina, ella bara Lawal, sum hann vanliga verður nevndur, hevur tvey tey síðstu kappingarárini spælt við B36, sum síðsta vikuskifti vann føroyameistaraheitið 2014. Lawal hevur verið sera eyðsýndur hesi bæði árini, har hann hevur skotið 23 mál í 50 dystum í Effo-deildini. Serliga í ár kann sigast, at hann hevur verið avgerandi á væl smurdu B36 maskinuni, sum hevur skotið 52 mál í ár, og hevur Lawal havt trið-, næst ella síðsta fót á flestum teirra. Tað er tí við stórari gleði, at vit í kvøld kunnu almannakunngera, at AdeshinaLawal hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við ÍF, og sostatt verður at finna í Fuglafirði í 2015 og 2016.

Somu miðlar hava eisini gitt, at vit við undirskriftini hjá Lawal, ikki valdu at leingja við okkara toppskjútta 3 tey seinastu árini. Hetta kunnu vit í kvøld avsanna, tí okkara yndis brasiliumaður, ClaytonSoaresdoNascimento, setti á veitsluni í kvøld sína undirskrift á ein sáttmála, sum inniber, at hann hann eisini verður at finna í Fuglafirði komandi ár. Clayton hevur spælt 79 dystir fyri okkum, har hann hevur skotið 52 mál. Harafturat bleiv hann ársins áleypari, leikari og ÍF’ari í 2012, umframt at hann bleiv nummar 2, tá ársins ÍF’ari 2013 varð avdúkaður.

Vit ynskja Lawal vælkomnum, og gleðast um, at Clayton heldur fram!

Fylg við á if.fo seinni í kvøld, har fleiri avdúkingar koma!

 

KOYR Á, ÍF!!