ÍF – liðið hevði ein torføran dyst í Havn móti B – 36 liðnum, sum nú er væl frammanfyri HB – liðið í bestu deildini.
ÍF – liðið hevur aloftast spælt rættiliga javnar dystir móti B – 36 – liðnum, bæði í Fuglafirði og í Havn.
Dysturin í dag var einki undantak. Okkara menn stríddust væl og skilagottt, vórðu teir eitt lítið sindur hepnari, so varð javnleikur. Uppstillingin hjá ÍF var skilagóð. Miðjan var sterk í dag, megnaði at bróta tey mongu álopini hjá B 36, so skotroyndirnar hjá B – 36 vórðu ikki nógvar. Okkara menn royndu ferð eftir ferð at hótta málið hjá B – 36, men uttan at koma til teir heilt góðu kjansirnar.
So dømdi dómarin brotsspark til B – 36, ið Jákup í málinum varð nær við at bjarga. men B -36 førdi so knappliga 1 – o.
Fuglfirðingar góvust ikki á hendur, men stríddust uppaftur meira.
Í seinna hálvleiki vístu fuglfirðingar uppaftur betri spæl enn í fyrra hálvleiki, megnaðu at koma til fleiri góðar kjansir. Ta einu ferðina eydnaðist ta
hjá B – 36 at skalla bóltin úr málinum í evstu løtu. Fleiri hornaspørk fingu okkara menn eisini, og mangan var nær við.
Sjálvandi eru vit fuglfirðingar ikki nøgdir við at tapa, heldur ikki móti oddaliðnum, men dysturin í dag vísti, hóast alt, at vit eiga eitt gott og ágrýtið lið, ið kann vinna á so mongum liðum í bestu deildini.
Næsti dystur okkara verður móti Skála í Fuglafirði. Skála megnaði í dag at vinna 2 -0 á KÍ, eitt úrslit, ið tey fægstu høvdu væntað. Okkara lið eigur ar vinna allar heimadystirnar, ið eftir eru, tí liðið eigur alt tað sum skal til fyri at megna ta uppgávuna.
Viðhaldsfólkið møtir sum altíð trúliga upp, stuðlar okkara spælararum av fullum hugatil, so komið verður á mál – ein sigur.

Signar