Print Friendly, PDF & Email

Illa hevur gingist hjá ÍF-liðnum í ár. Eru á seinasta plássi við bert seks stigum og trupult verður at sleppa undan niðurflyting í ár.
Seinasta leygardag spældi ÍF móti Skála, og mangir fuglfirðingar væntaðu ein ÍF-sigur, tí okkara lið hevði heimadyst, men so bleiv ikki.
Meginpartin av fyrra hálvleiki átti ÍF-liðið og spældi sera væl. ÍF-liðið spældi seg fram til hópin av málmøguleikum, men einki bar til, í netið fekst bólturin ikki. 
Onkur áskoðari helt fyri, at ÍF-liðið fekk líka nógv hornaspørk henda dystin, sum í øllum hinum dystunum teir hava spælt.
Gángó í skálamálinum hevði nógvar stak góðar bjargingar, og var hann óivað maðurin, ið bjargaði skálamonnum sigurin.
Málið, ið Skála fekk, høvdu okkara verjuspælarar skyldina av, tí stór mistøk vórðu gjørd, mistøk, ið ikki eiga at koma fyri.
Álop eftir álop vórðu gjørd á skálamálið, mangan nær við, men tó ikki meira enn tað.
Bogi Reinert stríddist sum fyri lívinum, og fekk væl burturúr. Dánjal á Lakjuni legði nógv fyri, vann nógvar bóltar og megnaði at fáa teir fram til fremstu menninar.
Ungi spælarin Andrias Poulsen, ið spældi á miðvøllinum, hevði ein sera góðan dyst. Hann spældi skilagott og styrkti við sínum spæli miðjuna munandi.
Við Ndende á odda í verjuni, slaps illa hjá skálamonnum at koma í skotstøðu.
Alex Santos megnaði ferð eftir ferð at fara fram í vinstru síðu, fyri síðani at skjóta bóltin inn fyri málið, men longur slapst ikki.
Tíverri fyri ÍF-liðið máttu Fritleif, ið hevði spælt væl, fara av vøllinum við skaða og nakað seinni mátti Alex Santos eisini fara út.
Í seinna hálvleika kom Andy inn, ið mong saknaðu í fyrra hálvleiki, tí hann so mangan hevur víst sínar dygdir. Hann gjørdi góðan mun, hann og Dánjal spældu væl og skilagott saman, og mangan var um reppið, at fuglfirðingar fingu mál.
Skálaliðið menti seg nógv í seinna hálvleiki, og ÍF-liðið setti ferðina niður.
Hóast líkindini at spæla í fremstu deildini komandi kappingarár, eru smá, so eiga vit framhaldandi at stríðast og vísa gott spæl, sum t.d. henda seinasta umrødda dyst.