Sum kunnugt verður ársveitslan hjá felagnum leygarkvøldið 3. oktobur kl. 19.00 í Mentunarhúsinum.

Atgongumerki eru til sølu fyri 300 kr. í FK og Haraldsen til í annaðkvøld kl. 22.00, og í John’s til sunnukvøldið kl. 22.00.

Á skránni verður millum annað:

3. rættar matskrá, ið Jákup Arnholdt Lambaa borðreiðir við
Ársins leikarar hjá kvinnum og monnum verða vald
Ársins fjeppari verður valdur
Avdúkingar til komandi kappingarár
Uppboðssøla av leikblusunum hjá effodeildarliðnum
Dansur við Brim
Orðstýrari verður Kristian Sofus Petersen

Vit gleða okkum!