Jákup Ósá, Norðlýsið, skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF:

Víkingur-ÍF 1
Stóra grannauppgerðin millum tvey av liðunum í miðjuni, sum ætla sær longur upp á stigatalvuna. Víkingur tykist spakuliga at fóta sær og fáa støðugari úrslit. Sigurin móti KÍ var tryggur og nú er Finnur Justinussen eisini komin í gongd við málskjótingina. ÍF er eitt óstøðugt lið higartil, har tað er trupult at tippa teirra útfall. Hesar grannauppgerðirnar eru altíð áhugaverdar og spennandi, har viðurskiftir sum reyð kort kunnu spæla avgerandi leiklut fyri, hvør vinnur dystin. Men Víkingur hevur viðgongd í løtuni og heimavøll