Print Friendly, PDF & Email

Tróndur Arge frá Miðlahúysinum skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF:

Skála – ÍF 2

Her skuldi eg víst meg sum ein mann og tippað minst javnleik, um ikki ein sigur til Skála. Teir eru betri enn tey flestu munnu rokna við. Teir spæla kortini rætt og hava fingið stig í trimum dystum í ár.

Stigini eru hinvegin komin móti AB, Víkingi og B68. Tað eru lið sum antin eru mett sum lið í botninum, og so Víkingur, sum ikki er komið í gongd. Tí havi eg sett eitt 2-tal her.

ÍF hevur tó ikki prógvað nakað serligt í ár og tí var eg leingi í iva um ein javnleik. Eg velji tó ein 1-0 til 2-1/3-1 sigur til ÍF. Millum annað tí eg ikki trúgvi at ÍF vinnur stórt, og at Skála
ikki klárar at skjóta meiri enn eitt mál í hesum dystinum.