Leivur Frederiksen í KvF tippar soleiðis á heimasíðuni hjá FFS:

ÍF – B36 1
Vit skulu heilt aftur til 27. august í 2008 fyri at finna síðsta heimasigurin hjá ÍF á B36. B36 hevur fingið eina sera góða byrjan upp á kappingina, og við 3-0 sigrinum á EB/Streymi í farna umfari, má sigast, at ÍF eisini tykist at vera komið ígongd.