Print Friendly, PDF & Email

Leivur Frederiksen í Kringvarpinum tippar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF:

ÍF – B68 1
Nú má tað verða hjá fuglfirðingum, um teir ætla sær at fylgjast við teimum “stóru”. Null stig fyri tveir dystir er skuffandi. B68 vísti hinvegin í farna umfari, at teir kunnu spæla móti øllum á heimavølli. Eg bíði líka eftir, um teir eisini kunnu gera tað á útivølli. ÍF á heimavølli móti B68, ger fuglfirðingar til favorittar, og tí verður tað eitt 1-tal.