Print Friendly, PDF & Email

Aftur í ár fara vit at endurgeva, hvat serfrøðingarnir tippa á heimasíðuni hjá FSF.

Í hesum fyrsta umfarinum í 2014 skrivar Jákup Ósá á Norðlýsinum soleiðis:

ÍF-KÍ 1
ÍF hevur havt sera gott tak á KÍ á heimavølli seinastu tvey árini, har teir hava skorað nógv mál. Fuglfirðingar hava verið væl fyri á heimavølli og hóast úrslitini í venjingardystunum ikki hava verið ræðandi, so vænti eg teir hækka sítt støðið, nú kappingin byrjar eins og vit sóu t.d. í fjør. KÍ, sum bæði í 2011 og 2013 byrjaði væl, hevur ikki víst serliga sannførandi spæl í venjingardystunum, men fær Páll A. Klettskarð spælt, so skuldi tað hjálpt væl til, nú Rodrigo Silva ikki væntast at fáa neyðugu loyvini fyrr enn nøkur umfør eru spæld. Í Klaksvíkskappingini spældu liðini ein javnan dyst, men nú ÍF er á heimavølli, og eg vænti teir fáa øll trý stigini