Print Friendly, PDF & Email

Jákup Ósa hjá Norðlýsinum tippar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF

ÍF-NSÍ 1
Eysturoyar uppgerð millum tvey lið, sum koma frá góðum úrslitum seinastu tíðina. ÍF hevur fingið gongd á eftir trupulleikar fyrstu tvey umførini í landskappingini. Í NSÍ er sjálvsálitið í lagi eftir at liðið hevur fult stigatal og liggur á odda eftir fyrstu trý umførini, har Klæmint A. Olsen hevur skarað framúr. Men leikskráin hevur eisini verið góð við NSÍ fyrstu umførini. Tí verður hetta teirra størsta uppgáva higartil. Eg vænti ein javnan dyst, har heimavøllurin hjá ÍF ger, at tað koppar teirra veg