So bragdaði.

ÌF liðið hevur ikki víst nakað serligt higartil í ár, tí var tað ikki annað enn eitt krav, at fuglfirðingar fingu øll stigini í dag móti B 68 á heimavølli.

Vit undirmeta ikki B 68 liðið á nakran hátt, tvørtur ímóti , tí teirra lið hevur spælt ein javnleik móti EB/Streymi og taptu móti  NSÍ, ið sigraði  upp á eitt brotsspark.

Men kravið kemst av, at vit fuglfirðingar hava so at siga sama fólki, sum í fjør, tá ið vit vunnu silvur, meðan okkara mótstøðulið í dag, spældi í næstbestu deildini í fjør og so eru vit  á heimavølli, ið skuldi verðið okkum til fyrimunar.

Fyrri  partur av fyrra hálvleiki var ikki serliga spennandi, tí hvørki av liðunum vístu nakað serligt spæl, og málmøguleikarnir vóru so at siga eingir. Men sum dysturin leið, kom meira ferð á, og spælarar vórðu nógv grammari frammanfyri málinum.

Fyrsta veruliga møguleika áttu toftamenn, tá ið eitt dundursskot brast í yvirliggjaran og út í spælið aftur .

Fuglfirðingar  fóru tá at spæla meira álopskendan fótbólt, sum í fleiri førum, var við at geva úrslit. Og so einaferð, meðan Bartal var inni í 16 metrunum, fekk hann bóltin og smekkaði hann hann  væl og virðiliga í B 68 málið, so støðan var 1 – 0. Eitt gott og væl uppiborið mál.

Í seinna hálvleiki kom vend í, sum ikki einaferð, og fuglfirðingar settu seg á dystin.

Væl skipaðu  álopini hjá ÌF skolaðu móti B 68 málinum, og B 68 verjan hevði nógv um at vera. Men málmaður teirra stóð seg væl og hevði nógvar góðar bjargingar. Í seinni hálvleiki var Ari komin inn, og hesaferð var eydnan við honum, hann skoraði tvey tey næstu málini, so støðan gjørdist 3 -0. Leggjast skal aftrat, at ÍF fekk eitt brotsspark, ið teir ikki megnaðu at fáa í málið.

Ein sigur í Fløtugerði í sólskininum var kærkomin.

Vit fuglfirðinar ,ið stuðla okkara liðið av fullum huga, hava ilt við at skilja, hví okkara lið hvørjaferð dystur er, spælir ein minni góðan fyrra hálvleik og so ein stak góðan seinna hálvleik, ja ,talan kundi ikki verið um somu leikarar.

Men samstundis boðar hetta okkum frá, at vit hava gott fólk á liðnum, ið kann náa langt í kappingini, um viljin er til steðar. Henda viljan halda vit liðið eigur, og tað saman við góðum, skilagóðum venjarum, kann gera, at okkara lið fer at liggja millum tey fremstu í hesum kappingarári.

Signar