Print Friendly, PDF & Email

Striltið gongur hjá okkara liði at vinna nakran dyst.Vit hava tapt ein dyst móti NSÍ, allar hinar hava vit spælt javnt.Tað skal leggjast aftrat, at allir okkara dystir, uttan ein, hava verið útidystir, so í so máta hava vit ikki verið hepnir.
ÍF- liðið hevur nógvar góðar leikarar, og viðhaldsfólk liðsins høvdu helst væntað meira av liðnum, enn tað hevur víst higartil.
Í næstseinasta dysti móti NSÍ í Runavík tapti ÍF, men tó vísti liðið í løtum heilt góðan fótbólt, sum kundi givið annað úrslit, um eydnan varð við teimum.
Fuglfirðingar mundu hava góðar vónir, um ein sigur á AB – liðnum á Argjum – einaferð mátti bragda, vóru mong, ið væntaðu.
Líkindini at spæla á Argjum vóru góð, og ÌF liðið varð mannað við sínum bestu leikararum, eins og AB var tað.
So skjótt sum dysturin varð bríkslaður í gongd, sást beinanvegin, at AB – liðið var so nógv grammari enn ÍF – liðið, og álopini skolaðu móti ÍF málinum.
Fuglfirðingar gjørdu nógv av, at sparka bóltin fram í ÍF – álopið , sokallaðir rennibóltar, men tað gav einki, tí AB leikararnir vunnu teir flestu bóltarnar.
Tá ið umleið hálvur tími var liðin, eydnaðist tað AB at fáa fyrsta málið, ið fuglfirðingar “foreraðu” teimum. ÍF – arari høvdaði bóltin aftur til málmannin, ið ein AB leikari megnaði at náa og seta hann í meskarnar til støðuna 1 – 0 til AB.
Í seinna hálvleiki kom broyting í. ÍF – ararnir vóru ikki at kenna aftur, nógv grammari og stríddust eftir hvørjum bólti og spælihátturin varð ein annar – vakur fótbóltur.
Átti AB fyrra hálvleik, so átti ÍF – liðið seinna hálvleik við “rubb” og “stubb”, og mangan leikaði á framanfyri AB – málið.
Eftir skilagóðum álopsspæli, eydnðist tað so endiliga Áka Petersen at seta bóltin í netið til støðna 1 – 1.
Fuglfirðingar hildu fram at trýsta, og mangan var tað nær við – men tað er bara ov litið.
Dysturin endaði við javnleiki 1 – 1, ið helst er eitt rættvíst úrslit, har hvørt liði átti hvør sín hálvleik.