Hóast liðini vóru rættiliga jøvn, so eydnaðist tað KÍ at vinna 3 -1.
ÍF-liðið hevur verið í einum aldudali seinastu tíðina, og nógv orka er løgd í at fáa liðið upp á alduryggin aftur. Tað ljóðar kanska løgið, at siga at okkara lið ÍF vísti seg frá einari heilt aðrari síðu í dag, tá ið tað tapti 3-1 móti KÍ, men satt er tað.
ÍF-liðið byrjaði sera væl.
Einar tríggjar góðar møguleikar fekk okkara lið longu innan fyri teir fyrstu 7 minuttirnar. Ta einu ferðina varð Niels Pauli heilt fríur og hevði bert málmannin framman fyri sær, men var ikki nóg neyvur.
KÍ-liðið stríddist væl og tað eydnaðist teimum at fáa fyrsta málið í dystinum. Ikki at taka nakað frá KÍ, eitt heldur bíligt mál.
Beint fyri hálvleik fekk KÍ sítt næsta mál, ið var eitt valaskot.
Óivað vóru tað mong, ið hildu, at nú gjørdist brekkan ov brøtt hjá fuglfirðingum, men tvørturímóti stríddust allir fuglfirðingar av øllum alvi, og tað lá eins og í luftini, at ÍF-liðið fór at fáa mál.
So einaferð eydnaðist tað. Bólturin varð spældur út í høgru síðu til Andy, ið fór sum eitt fok avstað, smekkaði bóltin inn fyri málið, har Ari hegnisliga setti bóltin í málið, til støðuna 2-1.
Fuglfirðingar ernaðust av málinum teir fingu, settu ferðina upp, og nógv bendi á, at teir eisini fóru at fáa næsta málið.
Men so verða mistøkini gjørd seinastu minuttirnar. Málmaður hjá ÍF, ger eitt fullkomuliga óneyðugt fríspark beint uttanfyri 16 – meturin.
Í fyrstu atløgu eydnaðist tað ikki klaksvíkingum at seta bóltin í netið, men í næstu atløgu fingu teir hann í málið, til støðuna 3-1.
Verður tikið samanum, so kunnu vit siga, at ÍF-liðið spældi vakran og skilagóðan fótbólt, og allir spælararnir stríddust væl og eingin munur var á liðunum í dag, hóast úrslitið sigur nakað annað.
Næstu ferð fáa vit vitjan av grannunum Víkingi, ið liggur á odda í Effo-deildini. Eingin lættur dystur, men vísir liðið sama hugburð, ið liðið vísti í dag í Klaksvík, kann alt henda.
Livst so spyrst.

 

Myndina eigur Norðlýsið