Print Friendly, PDF & Email

Skálafjarðarstevna er, og nógvir áskoðarar vóru at síggja við Løkin í dag.

ÍF – liðið var nakað broytt, m.a. tí spælarar vóru skaddir.

Fyrra hálvleik spældi okkara lið sera væl. Spælararnir vóru ágrýtnir og raskir og spældu við skili, og mangan vóru teir um at fáa mál.

Hóast fuglfirðingar høvdu meira spæl, so eydnaðist tað NSÍ at fáa fyrsta málið. Og sum ikki einaferð var tað ”málrevurin” Klæmint Olsen, sum hegnisliga setti bóltin í netið til støðuna 1 – 0 til NSÍ.

ÍF helt tó fram við at trýsta NSÍ, og tað lá líkasum í luftini, at teir fóru at fáa mál. So einaferð bragdaði. Bartal var komin fram, og eftir trunkaspæli frammanfyri NSÍ málið, eydnaðist Bartali at javna til 1 – 1.

So varð farið til hálvleiks.

Tá ið dómarin bríkslaði seinna hálvleik í gongd, legði NSÍ fyri sum eitt óløgi og høvdu yvirvág í spæli meginpartin av seinna hálvleiki. Hetta trýstið gav úrslit, og enn einaferð var tað sami ”málrevurin”, ið skoraði fyri NSÍ, so støðan bleiv 2 – 1.

ÍF – liðið gavst ikki, teirra treiskni og ágrýtni var framvegis har, og teir spældu seg fleiri ferðir til góðar møguleikar, tó uttan at tað eydnaðist til fulnar.

Tá ið lítið var eftir av dystinum eydnaðist tað ÍF – liðnum at javna til støðuna 2 -2. Hesaferð var tað Clayton, ið skoraði eitt gott mál.

Frálíki spælarin Clayton hevur verið illa plágaður av skaðum í ár, sum man vera høvuðsørsøkin at hann ikki hevur skorað so mong mál í ár, sum árini frammanundan. Málið var kærkomið hjá ÍF, og fyri Clayton hevur hetta óivað nógv at siga fyri hann.

NSÍ setti ferðina upp fyri at fáa sigursmálið, meðan ÍF – liðið styrkti verjuspælið. Mangan leikaði hart á frammanfyri ÍF málið, men verjuspælið hjá ÍF var væl skipað, so bólturin slapp ongantíð inn til netmeskarnar.

Einstakar útskiftingar vórðu gjørdar á ÍF . liðnum. má. kom Ari E. Inn fyri Dánjal á L. og Leivur J. kom inn fyri Fritleif í L.

Móti dystarenda eydnaðist tað Ari at sleppa inn um NSÍ . verjuna, oo skjóta í NSÍ málið, men tíverri fyri Ari og lið okkara, rakti bóturin báðar stólparnar fyri síðani at fara útúm aftur.

Longsti dagur er í dag, og neyvan nakrantíð hava fólk upplivað ein so langan dyst, tí so hart og javnt leikaði á.

Dysturin endaði við javnleiki, ið vit fuglfirðingar eiga at vera nøgdir við, tí vit spældu móti einum sterkum liðið, ið átti heimavøllin og høvdu teir nógvu stevnugestirnar í sínum parti.

Signar