Print Friendly, PDF & Email

Dystirnir millum grannabygdirnar Gøta/Leirvík øðrumegin og Fuglafjørð hinumegin er altíð spennandi. So varð eisini hesaferð.
Víkingur hevur ment seg ótrúliga nógv ta seinastu tíðina, og liggja á einum 3. plássi í EFFO deildini, meðan ÍF liggur á einum 7. plássi.
ÍF- liðið hevur ikki verið eins gott í ár, sum í fjør, men ta seinastu tíðina hevur eisini okkara lið ment seg munandi, og alt bendir á, at liðið kemur at liggja væl hægri á stigatalvuni enn á einum 7. plássi.
Seinasta dystin vit spældu móti Víkingi var í Gøtu, har dysturin endaði við javnleiki.
Víkingur hevur spælt væl í evropeisku kappingini, ja hevur rættiliga gjørt vart við seg, um somu tíð sum tað hevur styrkt liðið munandi.
ÍF – ararnir vistu, at dysturin í dag fór ikki at vera lættur.
Ta fyrstu løtuna leikaði javnt á, bæði liðini høvdu møguleika at fáa mál, men tað eydnaðist bara ikki. So hendi tíverri tað, at liðskiparin hjá Víkingi varð vístur av vøllinum fyri ov hart spæl móti Clayton. Men sum so mangan, so nervaði hetta ikki víkingarnar, liðið legði meira fyri, og teir leiktu, sum vóru teir 12.
Víkingur fekk fyrsta málið, ið altíð vandamikli leikarin Bárður gjørdi.
Nakað seinni eydnaðist tað ÌF – liðnum at spæla seg gjøgnum víkingaverjuna, spæla til Clayton, ið hegnisliga setti bóltin í málið til javnleik 1 – 1.
Nakað út í seinna hálvleik fekk Víkingur hornaspark í vinstru síðu. Bólturin varð skotin væl innfyri, rakti á ein víking, sum síðani fór í málið, so støðan varð 2 -1.
Víkingur helt fram við sínum ágrýtna spæli og kundu saktans fingið okkurt málið aftrat, men ÍF – verjan vardi væl, og tað sum hon ikki megnaði at steðga, tað tók Jákup MIkkelsen sær av væl og virðiliga.
ÌF – liðið bygdi upp fleiri góð álop, og mangan var tað nær við. So einaferð eydnaðist tað Karli at fáa bóltin stutt uttan fyri víkingamálið, hann smekkaði til, og bólturin endaði dygst niðri við handaru stólparót, ið málmaðurin ongan møguleika hevði at bjarga. Nú var støðan 2 – 2.
Báðir partarnir stríddust at fáa sigursmálið, men tað eydnaðist ikki, so liðini máttu taka sær til takkar at fáa javnleik.
ÍF – liðið hevði ikki ein av sínum bestu døgum í dag. Frálíki miðvallarleikarin Nenad var av serligum umstøðum ikki við í dag, og tað merktist týðuliga. Skotini upp á mál hjá ÍF – liðnum vóru óneyv og tilvildarlig – kjansirnir trutu ikki.
Men vit kunna ugga okkum við, at víkingaliðið hevði eisini nógvar kjansir, men eisini teirra leikarar vóru óneyvir í sínum royndum, so støðan 2 – 2 mundi vera á rættari leið.

Signar