Væl av áskoðarum vóru møttir í Fløtugerði í dag.
Dystirnir millum HB og ÍF í Fuglafirði eru altíð spennandi, og sjáldsami gestur okkara í ár, sólin, skein oman og niðan, og fólk vóru í góðum hýri.
Um fyrra hálvleik kunna vit siga, at okkara lið ÍF, tóktist rættiliga ráðaleyst, og spældi ógvuliga tilvildarliga. Samanspælið millum miðjuna og verjuna, var alt ov trilvandi og ótrygt, og fleiri ferðir leikaði hart á hjá fuglfirðingum.
Málmaður okkara stóð ein branddyst í dag og hevði fleiri framúr góðar bjargingar.
Tá ið hálvur tími var liðin av dystinum, eydnaðist HB at fáa fyrsta málið, og tað var hálvleiksstøðan.
Fuglfirðingar høvdu nakrar heilt góðar møguleikar, m.a. Lavall, ið annars hevði ein góðan dyst, kom einar tríggjar ferðir at standa einsamallur frammanfyri HB málmanninum, uttan at fáa bóltin í netið.
Funnist verður so mangan at ÍF – liðnum, at sjáldan spælir tað tveir góðar hálvleikir.
Soleiðis varð eisini í dag.
Tá ið seinni hálvleikur byrjaði, tóktist ÍF- liðið at vera fullkomuliga broytt, frá at vera eitt ráðaleyst lið, var tað eitt lið, ið visti heilt ítøkiliga, hvat gerast skuldi, og spælið var vakurt og undirhaldandi.
Tað lá í luftini, at ÍF fór at fáa eitt mál, og so einaferð eydnaðist tað Andy at seta bóltin í netið til støðuna 1 – 1.
Málkjansirnir trutu ikki, men HB – málmaðurin royndist væl, um somu tíð sum okkara spælararar vóru sera óhepnir.
Ágrýtni Frank, ið kom inn í seinna hálvleiki, hevði eitt dundursskot á yvirliggjaran, og Lavall, Clayton, Ari o.a.vóru nær við at leggja okkara lið framum. Haldi ikki gjørt verður ov nógv av, tá ið sagt verður, at okkara lið skuldi ført við einum trimum málum.
Men sum so ofta, hendir tað, at liðið, ið stendur fyri tapi, setur eitt álop í gongd, ið endaði við máli, so støðan gjørdist 2 – 1 til HB.
Áskoðararnir hjá ÍF gjørdust vónbrotnir, men spælarararnir fullu ikki í fátt, og hildu fram at stríðast væl og virðiliga. Í síðstu løtu fekk ÍF – liðið eitt hornaspark.
Føðingardagsbarnið Bartal, ið var setttur fram í álopið, varð so heppin at skalla bóltin í netið til støðuna 2 – 2, ið gjørdist endaliga støðan.
Verður tikið samanum, so kunna vit staðfesta, at HB – liðið sat á dystinum allan fyrra hálvleik, har okkara lið vísti lítið og einki, meðan vit sótu so ruddiliga á seinna hálvleiki og áttu at fingið fleiri mál.
Í hálvleikinum var sera ringt lag á fuglfirðingum, flest allir ristu við høvdinum, og hildu fyri: “Helst fara teir at spæla ein góðan seinna hálvleik, tí liðið spælir sjáldan góðan fótbólt tveir hálvleikir.”
Tað var júst tað, ið hendi, okkara lið var ikki at kenna aftur.
Eitt lið, ið ikki spælir við fullari ferð allan dystin, hevur ongan livandi kjans at liggja í oddinum í bestu deildini.
Vit hava sagt, tilfarið eiga vit og duga vit at nýta tað, so eiga vit at liggja millum tey bestu liðini í bestu deildini.

Signar