Grannauppgerðirnar millumi Víking og ÍF eru næstan altíð spennandi, soleiðis var eisini í dag í Fuglafirði.
Víkingur, ið varð tippað at sigra, byrjaðu heldur varliga, meðan fuglfirðingar stríddust væl og tað sást týðulga, at teir ætlaðu ikki at Víkingur skuldi fara úr Fuglafirði við sigrinum.
Bæði liðini spældu seg tíðliga í dystinum til fleiri møguleikar, men uttan at fáa bóltin í netið. Víkingur hevði eini tvey brandskot, men málmaður ÍF ´s bjargaði meistarliga.
Tá ið 25 min. vóru spældir, fekk ÍF fríspark í høgru síðu stutt uttan fyri 16 meturin, ið Karl Løkin varð settur ar skjóta. Skotið var gott, og Claytoni eydnaðist at seta høvdið undir bóltin við beinari kós í netið. Eitt avbera vakurt mál.
Nakað áðrenn hálvleik fekk ÍF hornaspark í høgru síðu. Frálíki verjuspælarin Santos varð settur at skjóta. Tað megnaði hann væl við einum frálíkum skoti, ið Andy so meistarliga megnaði at seta í netið við høvdinum, so støðan var nú 2-0 til ÍF.
Frøin var stór á fuglfirðingum, meðan áskoðararnir úr Gøtu og Leirvík vóru vónbrotnir – sum vera man.
Men Víkingur gavst ikki, um teir vóru aftanfyri við tveimum málum. Teir settu ferðina upp, trýstu teir seinastu minuttirnar av fyrra hálvleiki, og tað gav úrslit, so hálvleiksstøðan var 2-1. Lava eydnaðist at senda bóltin fram til framherjan Hans Paula, ið setti hann í netið.
So skjótt seinni hálvleikur byrjaði, sást týðuliga á víkingaliðnum, at teir vóru alt annað enn nøgdir við støðuna. Liðið stríddist væl, men ÍF- liðið megnaði at steðga teimum. Verjan hjá ÍF, ið ikki hevur verið nóg góð dystirnar frammanundan, royndist væl í dag og fekk ruddað tey mongu álopini, ið Víkingur hevði. Men so, tá ið umleið eitt korter var eftir av dystinum, eydnaðist tað Víkingi at fáa sítt næsta mál, so støðan gjørdist 2-2.
Fuglfirðingar hildu seg verða snýttar fyri brotsspark, tá ið víkingaleikari hevði hondina á bóltinum inni í 16- metrinum, men dómarin hevði eina aðra støðu, tí einki hoyrdist frá honum.
Tað leikaði hart á teir seinastu minuttirnar, men mál kom einki aftrat, so endaliga úrslitið gjørdist 2-2.
Verður tikið samanum, so kunna vit staðfesta, at ÌF-liðið spældi munandi betur í dag, enn tað hevur gjørt frammanundan í ár, og verjan hevur funnið sítt rætta stev, so ongar misskiljingar vóru at siggja.
Tað, vit framvegis fýlast á, eru tey nógvu gulu kortini, ið okkara spælarar fáa, ið eru aloftast fullkomuliga óneyðug. Hetta er eitt mál, ið vit vænta og vita, at venjararnir fara at taka upp til viðgerðar.
Ein javnleik móti liðnum, ið er tippað at gerast føroyameistari í Effodeildini, kunna vit bert fegnast um.

 

Signar á Brúnni

Norðlýsið eigur myndina.