Dysturin millum Skála og ÍF endaði við javnleiki 0-0.
Skála hevði bóltin meira í fyrra hálvleiki, men høvdu ilt við at skapa málkjansir.
Verjan hjá Skála royndist væl, og málmannin hava teir góðan.
Beint fyri hálvleik fingu skálamenn ein upplagdan kjans at fáa mál, men sum teir mistu á stokkinum.
Fuglfirðingar høvdu fleiri skjótálop, og fleiri ferðir vóru teir um at fáa mál, men í netið fekst bólturin ikki.
Tíverri fyri fuglfirðingar var Dánjal noyddur at fara av vøllinum, gamal skaði vitjaði aftur.
Ungi leikarin Jóhan P. kom í hansara stað, og sigast kann, at hann stríddist væl allan dystin.
Bogi R. varð eisini noyddur at fara av vøllinum, tí hann hevði meitt seg.
Sámal Jákup Joensen kom inn í seinna hálvleiki. Hann var ágrýtin og arbeiðssamur og fekk væl burturúr. Hann og Andy spældu væl saman úti í høgra borði.
Annar leikari, ið leikti ein branddyst, var Ari. Hann stríddist allan dystin og við sinum kvikleika og góða teknikki, setti hann verjuna hjá Skála undir hart trýst.
Kristoffur stýrdi miðvøllinum væl og hevði ein góðan dag.
Verjan hjá ÍF hevur roynst væl í ár, og tað gjørdi hon eisini í dag, og málmaðurin stóð seg somuleiðis væl.
Hóast javnleik, so skal sigast, at ÍF-liðið vísti ein veruligan stríðsvilja, sum vit sakna viðhvørt.
Ein javnleikur á Skála í dag mundi vera á rættari leið.
Næsti dystur hjá ÍF verður í Havn móti B 36.
Vísir ÍF-liðið sama stríðsvilja í Havn komandi leygardag, sum á Skála, so gerst tað ikki nakar lættur dystur hjá B-36.
Góða eydnu ÍF !