Print Friendly, PDF & Email

Fuglfirðingar vístu seg frá síni bestu síðu í dag, tá ið dystast skuldi móti toppliðnum HB.Allir leikararnir stríddust væl, góvu ongantíð upp, so vælleikandi liðið HB fekk ein torføran og strævnan dyst í dag.
HB- liðið leikti væl, gjørdu sær ómak at spæla góðan og undirhaldandi fótbólt, men komu tó sjáldan til teir góðu kjansirnar, tí okkara leikarar vóru ógvuliga ágrýtnir og megnaðu væl at steðga álopunum, ið HB skapti.
ÍF- ararnir høvdu fleiri álop og royndu seg við langskotum. So einaferð bragdaði. Karl Løkin fekk bóltin beint uttanfyri 16 – meturin, smekkaði til og bólturin fór dygst niðri við vinstra stólpa, ið málmaðurin hjá HB ongan møguleika hevði at fáa fatur á.
HB liðið fekk nakað seinni eitt hornaspark, sum endaði í okkara máli. Hetta var eitt ivasamt mál, tí okkara málmaður varð feldur í málinum, og sjálvandi gjørdu okkara leikarar vart við hetta. Men dómarin dømdi mál og peikaði út á miðvøllin.
Løtu seinni eydnaðist tað HB – liðnum at fáa mál. Bríkslað varð fyri hornasparki, ið varð skotið væl inn fyri, ið endaði í málinum til støðuna 2 -1 til HB. Eitt vakurt mál.
Men fuglfirðingar góvu ikki skarvin yvir, men stríddust av øllum alvi at fáa næsta málið.
Nakað undan hálvleikinum eydnaðist tað Frank Poulsen at skjóta nakað uttanfyri 16 meturin, ið rakti annan leikara á vegnum, ið broytti bóltkósina, ið ørkymlaði málmannin hjá HB, ið ongnan møguleika hevði at bjarga. So varð støðan 2 – 2.
Tað var heilt týðuligt, at HB – ararnir vóru ikki nøgdir við javnleiki móti ÍF – liðnum.
Sum dysturin leið, sá tað út sum fuglfirðingar vóru nøgdir við javnleik, og løgdu dent á verjuspælið, ið teir megnaðu væl og virðiliga.
HB – liðið stríddust av øllum alvi at fáa tað sigrandi máli, men stríðsviljin hjá ÍF – liðnum forðaði fyri hesum, og dysturin endaði sostatt við 2 -2.
Liðini gjørdu tvær útskiftingar í part.
Høgni Z. kom inn fyri Dánjal á L., ið hevði stríðst væl. Høgni vísti, at hann er enn tann sami sterki og skilagóði leikarin, ið liðnum tørvar.
Málmaðurin Hallgrím G., ið hevði havt fleiri stak góðar bjargingar, varð noyddur at fara út, tí hann varð skaddur, og í hansara stað kom Jákup M., ið megnaði uppgávuna til fulnar.
Eg fór lættur í huga úr Fløtugerði í dag, tí ein javnleikur móti einum so góðum liði sum HB var einki annað enn eitt bragd.

Signar