Print Friendly, PDF & Email

Stuðulsrenningin 2016

 

Nær:

Mikukvøldið 8. juni kl 18 verður stuðulsrenning á vøllinum í Fløtugerði.

 

Hvør:

Allir íðkandi limir renna. Tað vil siga, at barna- og ungdómsleikararnir koma at renna saman við teimum vaksnu – herundir Effo liðnum. Runnið verður í 30 minuttir.

 

Vinnarar og vinningar:

Barna- og ungdómsleikarin, sum rennur flest metrar vinnur ein bólt, sum er undirskrivaður av Effo liðnum hjá ÍF. Barna- og ungdómsleikarin, sum savnar flest pening inn til felagið, vinnur somuleiðis ein bólt.

Vinnarin hjá teimum vaksnu vinnur ein døgurða fyri tvey á Muntra. Her er talan um bæði tann, ið rennur flest metrar, umfamt tann, sum savnar flest pening inn til felagið.

 

Hugnaløta:

Aftaná rennigina verða ókeypis pylsur og sunkist til øll, sum hava luttikið.

 

Stuðulsseðlar:

ÍF-stuðulsrenning

 

ÍF takkar fyri stuðulin