Print Friendly, PDF & Email

Sunnudagin spæla liðini aftur – hesaferð í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Í 1.umfarinum vann KÍ 3-0 úti í móti B68. Málini skutu Atli, Heðin og Álvur. Vit vunnu 2-1 á Argjum í móti AB. Okkara mál skutu Øssur og Ari.

Seinast liðini hittust, var í 6. umfari, tá ið dysturin endaði 3-3, eftir at KÍ nakað inn í seinna hálvleik hevði verið á odda við trimum málum. Brúka vit dystirnar í Effodeildini sum barometur, skulu vit vænta mál. Í 8 umførum hevur KÍ skotið 2,75 mál í miðal, meðan teir hava latið 1,75 mál farið inn í miðal. Hjá okkum skjóta vit í miðal næstan eins nógv mál, sum vit lova gestunum framat ;  2; 1,88 m.

Brúka vit hesi hagtøl sum grundarlag fyri einari meting av, hvat dysturin sunnudagin fer at enda við, má KÍ sigast at vera greiður favorittur, men ikki skert burtur, at okkara spælarar stórtrívast á góðum vølli, so hvør veit 😉

Videoklipp frá 6. umfari: http://vimeo.com/64507671

Á Faroesoccer.com síggjast hesi hagtøl:

2006: ÍF – KÍ: 2-3, ÍF – KÍ: 0-0, KÍ – ÍF: 3-0

2007: ÍF í 1. deild

2008: ÍF – KÍ: 2-2, ÍF – KÍ: 1-0, KÍ – ÍF: 4-2

2009: ÍF – KÍ: 1-0, KÍ – ÍF: 3-2, ÍF-KÍ: 5-0

2010: KÍ í 1.deild

2011: ÍF – KÍ: 0-1, KÍ – ÍF: 2-0, ÍF – KÍ: 0-1

2012: ÍF – KÍ: 2-0; KÍ – ÍF: 1-0, ÍF – KÍ: 5-2

2013: ÍF – KÍ: 3-3