Sunnudagin skulu vit spæla í Havn í móti B36. Eitt lið, eins og okkara, sum av sjálvútnevndu serfrøðingunum ikki bleiv hildið fór at klára seg seliga væl í kappingini í ár. Men árstalsfelagið fekk serfrøðingarnar at vakna úr rúsinum, tá ið teir megnaðu at fáa javnleik móti gudunum og grannunum.  Ein dyst, B36 við eitt sindur av hepni átti at hava vunnið. Góða gongdin helt fram í 2. umfari, tá ið teir á heimavølli vundu úr Víkingi. So steðgaði  upp. Næstu tríggjar dystirnar, ein heima og tveir úti, fingu teir einans 2 stig. Síðani vann B36 3-0 úti í móti 07Vestur. Vónirnar vóru tí helst góðar, tá ið seinast møttu jumboliðnum á heimavølli. Í fyrr hálvleiki vóru B36ararnir væl betur, og førdu eisini 1-0, men í seinna hálvleiki var leikur heilt annar. AB legði nógv fyri og javnaðu í 74’, og hevði Tórður Thomsen, sum eisini bleiv valdur til dagsins B36ara, ikki bjargað so væl, endaði ársin fyrsti sigur á Argjum.

Har suðuri kenna teir okkara comebacks, tí teirra heimasíða skrivar soleiðis: Vit kunnu bara staðfesta, at ein fótbóltsdystur varðar í tvær ferðir 45 minuttir, og tí vóna vit, at okkara menn velja at spæla í samfullar 90 minuttir, tá teir sunnudagin taka móti ÍF, sum nú tvær ferðir á rað hevur prógvað, at teir als ikki geva upp, fyrr enn dómarin hevur floytað seinasta bríkslið.

Eitt er, at spælararnir royna sítt besta, men hvat er tað ikki gott at spæla fyri góðum viðhaldsfólkum.

So, góðu ÍF viðhaldsfólk, møtið í Havn og latið spælararnar hoyra okkum!!

Úrslitini hjá B36 hava verið:

Úrslit

DatoHjemme UdeResultater
22. oktober 2016B36 TB
16. oktober 2016Víkingur B362 - 0
2. oktober 2016B36 NSÍ0 - 2
25. september 2016KÍ - Logo B362 - 2
18. september 2016B36 HB2 - 2
11. september 2016Skála ÍF - LogoSkála B360 - 2
21. august 2016B36 ÍF - LogoÍF4 - 1
14. august 2016B68 - LogoB68 B360 - 1

Myndina hevur Álvur Haraldsen tikið