Print Friendly, PDF & Email

Tá ið skrivað varð um dystin millum EB/Streym og ÍF við Margáir, varð sagt, at “lítið veiggj” var í ÍF – liðnum, og neyðugt varð við “øðrum bollum í súpanina.”
Ídag hevur liðið so roynt seg ímóti NSÍ í útidysti, ið liggur á odda í kappingini í bestu deildini. Úrslitið varð 3 – 1 til NSÍ.
Hetta ber í sær, at ÍF liggur næstniðast í kappingini, nú fýra umfør eru leikt. Tað kann tykjast heldur løgið, tí ÍF – liðið hevur leikt tríggjar javnar dystir og tapt bert tann eina. Men soleiðis er tað nú einaferð.
Fleiri broytingar vóru gjørdar á ÍF – liðnum m.a. var miðjan styrkt við Carl Løkin, og tað munaði væl.
Laval var komin aftrat í álopið, og sigast má, at alopið spældi munandi betur í dag, enn seinasta dystin við Margáir.
Verjan var somuleiðis nakað broytt. Nenad, ið plagar at spæla á miðvøllinum,leikti sum vinstri bakkur. Hóast drúgvar royndir sum verjuleikarar, so riggaði verjuspælið ikki nóg væl, helst tí, at álopsleikararnir hjá NSÍ eru sjáldsama kvikir, og okkara menn megnaðu ikki at steðga teimum.
Dysturin var ikki meira enn bríkslaður í gongd, tá ið NSÍ kundi havt fingið fyrsta málið. Tá ið umleið 14 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað Klæminti Olsen at gera fyrsta málið.
Ein minutt seinni eydnaðist okkara monnum at javna til 1 – 1 við góðum álopsspæli. Karl setti bóltin í netið.
Tí ið umleið 25 min. vóru leiktir, eydnaðist tað aftur málrevinum Klæminti Olsen at skjóta næsta málið til støðuna 2 -1. Og nakað seinni fekk Jonhard Fr. skalla bóltin í ÍF málið til støðuna 3 – 1.
Men ÌF – liðið gavst ikki, liðið strídddist sum fyri lívinum, og álopini skolaðu móti NSÍ – málinum.
Ta einu ferðina brast bólturin í síðustólpan og fleiri aðrar ferðir var nær við. Samanspælið hjá okkara liðið var sera gott, ja ikki ov nógv sagt, vakurt og undirhaldandi spæl. Jú, nú var sanniliga veiggj í okkara monnum. Men mangan vísir tað seg soleiðis, at um eitt lið framhaldandi hevur yvirvág í spæli, men einki mál fær, so minkar ferðin aftur. Soleiðis var í dag.
Taka vit saman um, so kunna vit siga, at nýggir bollar vórðu latnir í súpanina, ið gjørdi hana betri, men ikki nóg góða. Okkara lið átti at fingið javnleik í dag, tí sum longu nevnt, vóru løtur, har ið okkara lið skaraði fram úr, men so vórðu eisini stór mistøk gjørd, ið kundu havt kostað okkum nógv.
Vit kunna staðfesta, at hóast okkara lið tapti, so vísti tað góðan og skilagóðan fótbólt, ið óivað fer at kasta av sær í næstu dystunum.
Vónirnar eru góðar og stuðlarnir eru dyggir.

Signar