Print Friendly, PDF & Email

Fyrsta umfarið í bestu kvinnudeildini verður bríkslað í gongd hetta vikuskifti og eins og í undanfarnum árum eru okkara kvinnur við í kappingini.

Seks lið fara at berjast um plássini í ár. Felagsliðini ÍF/Víkingur og EB/Streymur/Skála halda fram við samstarvinum, ímeðan felagsliðið AB/B36 hava valt at sagt samstarvið upp. B36 heldur fram, ímeðan AB hevur tikið seg úr kappingini. HB og KÍ halda eisini fram. Harafturat er B68 aftur í bestu deildini, eftir at B68/NSÍ gjørdust nr. 2 í 2. deild í fjør.

Vit kunnu boða frá at samstarvið við grannarnar úr Fuglafirði heldur fram, og felagsliðið ÍF/Víkingur skal enn einaferð berjast í bestu kvinnudeildini.

Hóast hetta, er nógv broytt síðani seinasta kappingarár. Erik Nielsen hevur takkað fyri seg sum venjari hjá okkum, og heldur fram sum venjari hjá EB/Streymur/Skála. Vit ynskja at takka honum fyri samstarvið og ynskja honum blíðan byrð framyvir.

Sostatt varð farið undir at finna nýggjan venjara, tosað varð aftur og fram, og tað bleiv avgjørt at Svenn Olsen skuldi leiða ÍF/Víking í 2016. Svenn Olsen er eitt kent andlit í Víkingi og tað verður spennandi at fylgja við gongdini.

Endaligi búnin hjá felagsliðnum er eisini funnin, og vit kunnu kunngera, at vit koma at spæla í ljósareyðum búnum í ár. Hetta er ein munandi betur loysn enn at spæla aðruhvørja ferð í ljósabláum og reyðum. Klæðini eru tíanverri ikki klár enn, so fyrsti dystur verður leiktur í víkingabúnanum.

Eisini eru nakrar broytingar farnar fram í hópinum. Tann størsta broytingin er óivað tann, at okkara aftasti skansi, Hanna S. Poulsen, er givin. Hanna hevur valt at halda fram í 2. deild ístaðin fyri. Vit ynskja henni alt tað besta og takka henni fyri samstarvið. Í hennara stað er komin Inga Maria Janusardóttir. Inga Maria leikti sum eykamálmaður hjá okkum í fjør, so hon er eitt kent andlit í hópinum. Hon var tilreiðar at taka við avbjóðingini sum 1. málmaður alt fyri eitt.

Harumframt hava vit tveir nýggjar leikarar við til dystin í morgin. Talan er um Monu Rasmusdóttir og Jensu K. Tórolvsdóttir.

Sunnudagin 20. Mars byrjar landskappingin, har vit leika ímóti B68, ið aftur eru í bestu deildini. Liðini møttust til ein venjingardyst fyrr í ár, har ÍF/Víkingur vóru frammanfyri bæði 2-0 og 4-2. Sigast skal tó, at veðrið tarnaði dystinum nógv, men vónandi megna vit at halda leiðsluna í morgin.

Dysturin byrjar kl. 13:00 og verður leiktur í Sarpugerði. Vónandi møta nógv fólk upp at stuðla okkara kvinnum.

 

Fyrra hálva verður leikt í Sarpugerði, og frá og við 5. juni leika vit í Fløtugerði.