Tað er við gleði at vit kunnu almannakunngera, at toppskjúttin hjá okkum, Clayton Soares, hevur longt sáttmálan við felagið. Clayton, sum bleiv toppskjútti og ársins leikari í 2012, hevur longt avtaluna, so samstarvið heldur fram í 2014. Tey tvey árini, hann hevur spælt við okkum, hevur hann skotið 36 mál í 53 dystum, umframt, at hann var kosin ársins ÍF’ari og ársins leikari í Effo-deildini í 2012.

Vit gleða okkum til enn eitt ár saman við Clayton, og ynskja honum hjartaliga tilukku við sáttmálanum.