Print Friendly, PDF & Email

Tá ið føroysku U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, í dag valdu  18 leikarar til EM-undankappingardystin móti Írlandi, sum verður á Svangaskarði mikukvøldið 14. august, kl. 19:00, vóru tríggir Ífarar við á manningarlistanum. Fyri fyrstu ferð er okkara málmaður Hallgrím tikin út til ein U-landsdyst. Hinir báðir eru gamlir kenningar á U17, U19 og U21. Faroesoccer hevur fingið tað til, at Ari hevur spælt 15 U-landssdystir, meðan Bogi hevur ikki spælt færri enn 20 U-landsdystir.

Vit ynskja tykkum hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskja tykkum somuleiðis ein góðan dyst!