Vit hava skrivað sáttmála við 2 leikarar. Talan er um ein ungan leikara, og so ein, ið er komin aftur til ÍF. 17 ára gamli Levi Jøkladal fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í fjør, og nú hevur hann so longt sáttmálan, so hann eisini verður við í hópinum í ár. Vinstra beinti leikarin, ið fyri tað mesta spælir í vinstru síðu, hevur spælt 2 dystir fyri besta liðið, umframt at hann hevur spælt 10 dystir í aðru deild.
Hin leikarin, sum hevur fingið sáttmála, er Dánjal Pauli Højgaard. Dánjal Pauli spældi árini 2004-2008 við okkum, áðrenn hann fór aftur til barndómsfelagið B68 2008-2012. Arbeiðsumstøður gjørdu so, at hann ikki spældi so nógv á besta liðnum í 2013, men í 2014 var hann aftur at síggja í Fuglafirði, har hann spældi 7 dystir við øðrum liði. Dánjal Pauli hevur spælt tilsaman 123 dystir í bestu deildini, og røkir hann fleiri pláss á vøllinum, men helst best kendur sum bakkur ella áleypari.
Vit ynskja Levi og Dánjal Paula tillukku við sáttmálunum.

KOYR Á, ÍF!