Okkara menn hava spælt tveir vinardystir í vikuni. Tann fyrri var í móti B68, og endaði hann við einum 2-0 sigri til okkara menn. Hesin dysturin var endin av eini strævnari viku fyri leikararnar, men Alex var hóast tað nøgdur við dystin. Okkara lið var, sum vanligt í venjingardystum, mannað av næstan tveimum ymiskum liðum til hvønn hálvleik. Fyrra hálvleik spældu hesir 11: Predrag. Leivur, Poul, John Daniel, Dánjal Pauli, Fritleif, André, Ari, Kristoffur, Andy og nýggi áleyparin Adeshina Lawal. Í seinna hálvleiki spældu hesir 11: Hallgrím, Jákup Oluf, Margeir, Bartal, Áki, Frank, Sjúrður, Arnold, Andrias, Dánjal og Adeshina. Málskjúttar hjá okkum vóru Ari og Bartal.
Seinni dysturin var móti EB/Streymi, og enn einaferð valdi Alex at broyta liðið nógv í hálvleikinum, so at í fyrra hálvleiki vóru hesir við frá byrjan: Predrag, Leivur, Poul, Bartal, Áki, Frank, Fritleif, Ari, Kristoffur, Andy og Adeshina. Hálvleiksstøðan her var 1-1, og skeyt Kristoffur einsamalla málið. Í seinna hálvleiki byrjaðu hesir: Hallgrím, Jákup Oluf, John Daniel, Margeir, Jan, Sjúrður, André, Pól Magnus, Andrias, Arnold Dánjal og Andrias, ímeðan Levi kom inn seinni í dystinum. Dysturin endaði við einum 3-1 sigri til okkara menn, og skutu Andrias og Dánjal tey bæði málini, ið komu í seinna hálvleiki.
Alex Jovevic er nøgdur við fyrireikingarnar, hóast at veðurlíkindini til hesar báðar dystirnar ikki vóru góð, við bæði vindi og kava, ið gjørdu sína ávirkan á tað leikliga avrikið. Alex leggur afturat, at menn arbeiddu og vístu góðan hugburð til dystin.
Næsti dystur skuldi verða sunnudagin í Fuglafirði móti TB, men hann er avlýstur, so ístaðin verður innanhýsis dystur spældur í Fløtugerði kl 13 sunnudagin.