Print Friendly, PDF & Email

Í kvøld vandi effo-liðið fyri fyrstu ferð eftir steðgin. Við í venjingini vóru tveir nýggir miðverjar, og vit kunnu nú boða frá, at báðir hava skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri seinnu hálvu.

Tann fyrri er ein kenningur í Fuglafirði. Hann er 22 ára gamal, og er ættaður úr Klaksvík, men hevur síðan 2013 spælt við okkum. Talan er sjálvandi um skilagóða miðverjan, Poul N. Mikkelsen, sum var óheppin við skaða í fjør, og hevur vant miðvíst síðan, og er nú so mikið væl fyri, at hann er tøkur at spæla um ein mánaða ella so. Poul, sum í 2014 var valdur sum nummar 2 í kappingini um at blíva ársins leikari, hevur spælt 72 dystir í fremstu deildini og skotið 2 mál. Harafturat hevur hann umboðað bæði U17, U19 og U21 landsliðini hjá okkum, og hevur spælt tilsamans 13 landsdystir. Poul fer aftur í sína blusu nummar 3.

Hin miðverjin, ið hevur gjørt sáttmála, er spaniumaðurin Pedro Taranton Anton, sum í hálvtannað ár hevur umboðað B68. Pedro, sum hann vanliga verður kallaður, hevur tilsamans spælt 29 dystir í effo, 1. deild og steypakappingi. Pedro er ein fysisk sterkur og royndur miðverji, sum vit gleða okkum at síggja. Pedro kemur at spæla í blusu nummar 21.

Vælkomnir og góða eydnu, tit báðir.

Koyr á, ÍF!