Kappingin í bestu deildini í fótbólti í ár er um at verða liðug.
Dysturin millum ÍF og EB/Streym var tann seinasti heimadystur hjá ÍF í ár, og væntað varð, at nógvir áskoðarar vóru til dystin í tí sjáldsama góða og lýggja veðrinum í Fuglafirði í dag. Men so var ikki – tíverri, alt ov fáir fuglfirðingar, meðan viðhaldsfólki hjá EB/Streymi varð rættiliga væl møtt.
Tað sást tiðliga í dystinum, at liðini vóru rættiliga jøvn, hóast EB/Streymur liggur á fjórðovasta plássi og ÍF á fjórðniðasta plássi í bestu deildini. Bæði liðini spældu seg til møguleikar, og nógv bendi á, at tað fór at verða ein málríkur dystur.
Tá ið 15 minuttir vóru farnir av dystinum, eydnaðist tað EB/Streymi at fáa fyrsta málið, eftir at okkara leikarar høvdu gjørt mistak á miðvøllinum, ið teir vórðu straffaðir fyri.
Spælið helt fram á sama hátt við góðum og vøkrum spæli frá báðum pørtum, tó uttan at geva mál.
Nakað út í seinna hálvleik varð Bartal á ÍF – liðnum settur fram at styrkja álopspartin, og mangan vóru teir nær við at fáa mál.
Einar tvær ferðir hildu okkara leikarar seg vera fyri órætti í sjálvum 16 metrinum, har teir hildu seg eiga brotsspark, men tað var so eiðasørt, at tað læt í floytuni.
Tað er altíð vandamikið at flyta sterkan verjuleikara fram at gera mál, tí verjuparturin viknar um somu tíð, og tað var júst tað, ið hendi. EB/ Streymur eigur kvikar og sterkar álopsleikarar, ið megnaðu at koma inn um ÍF – verjuna og seta bóltin í netið til støðuna 2 – 0.
ÍF – liðið gavst tó ongantíð og hevði fleiri góð álop á EB/Streym málið uttan at eydnan var við teimum.
Hóast EB/Streymur vann dystin 2 – 0, so var talan um tvey sera jøvn lið, har EB/Streymur varð tað hepnara.
Seinasta dysturin hjá ÍF – liðnum verður ímóti NSÍ í Runavík komandi sunnudag. Vónandi møta fuglfirðingar tá fjølmentir og stuðla sínum liði.
ÍF – liðið eigur sanniliga nógvar góðar og dyggar stuðlar, sum stuðla eins væl, tá ið tað gongur ímóti, sum tá tað gongst væl. Hugsi um hesi fólkini, sum standa til hvønn fótbóltsdyst og krevja inn, hesi fólkini, ið baka køkur og selja kaffi, hesi fólkini, ið selja lutaseðlar við vøllin, hesi fólkini ið veita áskoðararum kunning um leikarar o.a.
ÍF – liðið kann ikki verða hesi fólk fyri uttan.
Stóra tøkk eiga tey fyri megnararbeiði.
Eingin nevndur – eingin gloymdur.

Signar