Vit kunnu í dag kunngera, at vit hava fingið avtalu í lag við Víking, um at leiga málverjan, Elias Rasmussen, tað sum restar av hesum kappingarárinum.

 

20-ára gamli gøtumaðurin hevur leikt 10 effodystir fyri Víking, og harumframt hevur hann umboðað U17, U19 og U21 landsliðini hjá okkum í tilsamans 22 dystum.

 

Vit eru sera fegin um at hava fingið Elias til felagið, og ynskja honum og liðnum bestu eydnu framyvir.

 

Koyr á ÍF!