Print Friendly, PDF & Email

EB/Streymur tóku øll fótbóltsáhugað á bóli, tá ið liðið spældi javnleik móti NSÍ í Runavík síðsta vikuskiftið.
ÍF – liðið hevði seinasta árið nøkur eyðmýkjandi tap móti NSÍ, so mong vóru tey, ið væntaðu, at ÍF fór at fáa ein torføran dyst móti EB/Streymi í Fløtugerði í dag, men so varð ikki.
Unga ÍF – liðið vann so ruddiliga heili 3 – 1.
Fyrra hálvleik spældi ÍF – liðið væl og kom til fleiri góðar málmøguleikar.
Tá ið einir 8 min. vóru spældir, eydnaðist tað ÍF – álopinum at spæla seg ígjøgnum EB/Streyma – verjuna og Dánjali á Lakjuni at skjóta bóltin trygt í netið til støðuna 1 – 0.
Nakrar minuttir seinni var Dánjal aftur upp á spæl og setti bóltin í málið fyri aðru ferð til støðuna 2 – 0.
Tveir aðrar góðar kjansir høvdu ÍF – ararnir, ið teir misnýttu.
EB/Streymur hevði eisini ein heilt góðan møguleika at fáa bóltin í málið, men tann møguleikan misnýttu teir.
Í seinna hálvleiki tóktist tað sum EB/Streymur fekk meira ferð á spælið, meðan ÍF – ararir tóktust nøgdir við 2 – 0 føringina.
Nakað út í seinna hálvleik fekk EB/Streymur brotsspark, ið teir settu trygt í netið til støðuna 2 – 1.
EB/Streymur royndu at trýsta ÍF – liðið, men tað eydnaðist ikki, tvørturímóti varð tað ÍF, ið fekk økt um munin til 3 – 1, tá ið teir beint uttanfyri 16 meturin fingu eitt fríspark, ið Ari setti hegnisliga í málið.
Frøin var stór millum fuglfirðingar, nú unga liðið hevði vunnið sín fyrsta heimadyst.
Onkur ÍF – stuðul helt soleiðis fyri, at í fjør var ÍF eitt sterkt lið á pappírinum, men royndist ikki, tá ið spælt varð. Hesaferð varð ÍF – liðið veikt á pappírinum, men royndist væl í dystinum.
Jú, sanniliga megnaðu ungu spælarar okkara at prógva, at teir fóru at roynast. Teir stríddust allir væl og virðiliga, har var eingin slingur í valsinum. Nýggi málmaður okkara megnaði sína uppgávu til lítar.
Verjan, við Santos á odda, stóð seg væl.
Miðvøllurin riggaði væl, og samanspælið millum miðju og álop riggaði somuleiðis væl.
Umrøddi dystur styrkti fuglfirðingar í trúnni um, at teir hava eitt lið í bestu deildini, ið ikki verður lætt at syfta.