Líkindini at spæla fótbólt í Fuglafirði í dag vóru góð. Eitt lítið lot og sólin kagaði fram viðhvørt.

AB-liðið, sum er í tungum sjógvi í løtuni, skuldi helst vinna á ÍF í dag, skulu teir halda fram í bestu deildini komandi ár.

ÍF-liðið, ið er á 6. plássi í bestu deildini, hevði har afturímóti ikki so nógv at spæla fyri, uttan at prógva at tað eigur at liggja ovari á stigalistanum í Effo-deildini, enn tað nú ger.

Ta fyrstu løtuna var AB-liðið ágrýtnari og nær við at fáa mál. Men sum dysturin leið, kom ÍF-liðið betur við og høvdu yvirvág í spæli.

Mong vóru álopini frá báðum síðum, men einki av teimum gav nakað mál, so fyrri hálvleikur endaði við javnleiki 0-0.

Seinna hálvleik byrjaðu AB-ararnir sum eitt ódnarveður og kundu havt fingið okkurt máli. Men sum tíðin leið, komu fuglfirðingar fyri seg og høvdu yvirvág í leiki við fleiri málmøguleikum.

Nakað inn í seinna hálvleik varð ÍF-liðið umskipað, Karl varð fluttur fram í álopið, meðan Clayton tók plássið hjá Karli, í miðverjuni. Henda royndin riggaði væl og møguleikarnir at skora mál, gjørdust fleiri.

Í seinna hálvleiki kom Ari inn, ið hevur havt leikbann og Andi, ið hevði spælt væl, fór út.

Bæði liðini stríddust væl, men illa gekst at seta bóltin í netið. Nakað væl út í seinna hálvleik, gjørdi ÍF-liðið eina útskifting. Skilagóði spælarin Clayton fór út, og inn kom 18 ára gamli Jóhan Petersen, ið spældi í álopinum.

Ungi spælarin gjørdi veruliga vart við seg og boðaði samstundis frá, at fuglfirðinar eiga dugnaligar ungar spælarar, ið veruliga kunna bíta frá sær. Ta einu ferðina eydnaðist honum at sleppa fram við einum fýra AB-spælarum og skjóta skot, ið fór dygst uttanfyri handaru stongina.

Okkara áheitan og boð skulu vera: Haldið slíkum spælararum til og latið teir fáa spælitíð – vit eiga fleiri. Móti endanum á dystinum fall avgerðin.

Eitt væl uppbygt álop byrjaði í høgru síðu, ið fór til Ari, ið legði bóltin væl innfyri til Laval, ið setti bóltin trygt í netið til støðuna 1-0 til ÍF. Móti dystarenda eydnaðist tað Karli at smekka bóltin upp undir AB tvørsstongina, ið sprakk niður í vøllin og lukkutíð fyri ÍF-liðið, var hann innafyri, so endaliga støðan gjørdist 2-0 til okkara lið. Ein uppiborin sigur.

Næstu ferð vit stuðla okkara liði, verður á Svangaskarði móti B-68 komandi sunnudag. Toftamenn eru svangir, tað vita vit, men frá okkum fáa teir einki.

-Signar