Vit kunnu í morgun fortelja, at vit hava skrivað sáttmála við Andrias Poulsen.

18 ára gamli kambsdalsbúgvin fekk sínar fyrstu dystir í fremstu deildini í 2014, tá hann í hálvuni kom aftur úr NSÍ. Í ár hevur hann spælt 3 dystir á fremsta liðnum. Andrias hevur eisini verið á U17 landsliðnum, har hann hevur spælt ein dyst.

Skilagóði miðvallarin hevur skrivað sáttmála, ið er galdandi fyri 2016.

Fyri felagið er tað gleðiligt, at leikarar velja barndómsfelagið, og skulu vit ynskja Andriasi tillukku við sáttmálanum.

Fylg við á if.fo um tíðindi, sum viðvíkja okkum.

Koyr á, ÍF!