Print Friendly, PDF & Email

Satt at siga væntaðu fuglfirðingar ein sigur í Fløtugerði í dag.
Ikki tí teir undirmettu TB – liðið, men tí talan varð um ein heimadyst. TB liðið er eitt ágrýtið lið, ið er torført at basa, men málið hjá ÍF- liðnum í dag, var at vinna, tí liðið er so nógv betri, enn úrslitið higartil vísir.
ÍF- liðið byrjaði nógv betur enn TB liðið.
Spælihátturin var tann sami, sum tá ið teir leiktu seinasta dystin móti HB í Havn. Álopini skolaðu móti TB málinum, og mangan varð nær við.
Andy hevði eitt brandskot úr vinstru síðu, ið brast í stólpan, síðani í málmannin, ið bjargaði.
ÍF helt fram at trýsta. Spælið var skilagott, og væl gekst teimum at koma ígjøgnum TB- verjuna, men skotini vóru ikki nóg neyv.
Men so bragdaði einaferð. Andy fekk skotið bóltin úr vinstru síðu inn fyri málið, har Fridtleif stóð, ið smekkaði til, og bólturin sat trygt í netinum, og málmaðurin hevði ongan livandi kjans at bjarga tí.
Skilagott og ágrýtið spæl, ið endaði við einum vøkrum máli til ÍF.
ÍF helt fram við sínum skilagóða álopsspæli, og kjansirnir trutu ikki, men eydnan var ikki við teimum.
TB – ararnir stríddust sanniliga eisini, høvdu einstakar kjansir, men í mál fingu teir ikki bóltin. ÍF – verjan var væl skipað, og væl eydnaðist teimum at steðga TB – álopunum, ið komu inn móti 16 metrunum.
Fyrri hálvleikur endaði við úrslitinum 1 – 0 til ÍF. Vóru okkara leikararar eitt sindur hepnari, so kundu teir havt fingið eini tvey mál aftrat, men tað eydnaðist bara ikki.
Í seinna hálvleiki gjørdist spælið heldur tamari. ÍF – verjan spældi nógv tvørtur um vøllin heilt har afturi, og tað kastaði ikki nógv av sær, heldur tvørtur ímóti, gjørdust TB – ararnir nógv ágrýtnari, og vóru um reppið at fáa okkurt málið.
ÍF -álopið fekk nógvar góðar bóltar fram, men illa gekst at fáa nakað burturúr.
Lavall var fleiri ferðir um at fáa mál, men tað seinasta restaði í.
Sum dysturin leið, kom meira futtur í ÍF – liðið og tað vakra spælið, ið teir kunna spæla, kom nú aftur til sjóndar.
Í seinna hálvleiki komu Dánjal á L. og Gudjónsson inn fyri ávikavist Clayton og Sjúrð.
Nenad, ið var besti leikari á vøllinum i dag, gjørdi eitt megnararbeiði at seta gongd á, og tað eydnaðist so at siga hvørjaferð.
Álopið fekk tíverri ikki nóg mikið burturúr. Í nøkrum førum vóru álopsleikarar okkara einsamallir móti málmanninum hjá TB og so eiðasørt at tað eydnaist at fáa mál.
Tá ið dysturin var um at verða liðugur bragdaði hjá okkara liði. Bólturin varð skotin fram til Lavall, ið setti kósina máti TB – málinum. smekkaði til, og hesaferð eydnaðist tað at sláa sigurin fastan til 2 – 0 til ÍF.
Tá bert eini tveir minuttir vóru eftir av dystinum, spældi TB – liðið seg fram til ein góðan kjans, men sum teir misnýttu.
Hesin sigurin var kærkomin.
ÍF – liðið fór eitt pláss upp á stigatalvuni og nú lættir í.
Næsta dystin spælir ÍF móti KÍ í Klaksvík. Seinast vit spældu móti teimum í Fløtugerði vann okkara lið 3 – 1.
Munnu vit ikki fara at basa teimum einaferð aftrat ?
Fara nógv ÍF- stuðulsfólk til Klaksvíkar komandi sunnudag og liðið spælir, sum tað hevur gjørt tveir teir seinastu dystirnar, so megna vit tað.

Signar.