Print Friendly, PDF & Email

Lítið av HB viðhaldsfólki var at síggja í Gundadali í dag og uppaftur færri ÍF-viðhaldsfólk, ið boðar frá lítlum og ongum áhuga hjá nevndu feløgum.
HB er á fimta plássi og ÍF á sætta plássi í kappingini, og einki bendir á nakra sum helst broyting. Við øðrum orðum, liðini hava einki at spæla fyri.
HB-liðið byrjaði nógv betur. Spælið var væl skipað og í løtum heilt gott.

Uppsteðgað ÍF-lið
ÍF-liðið byrjaði illa.
Miðvøllurin og verjan riggaðu stak illa, misskiljingar vóru í heilum, og tað bar í sær at eftir bert 10 minuttum, fekk HB fyrsta málið.
Tað gingu ikki meira enn 10 min. aftrat, so var HB frammanfyri 2 – 0 og støðan í hálvleikinum endaði við 3-0, ið HB hevði fult uppiborið – kundu tað sama verðið 5-0.
ÍF-liðið vísti lítið og einki – hevði slept endanum.

Glotti at hóma
Teir fyrstu 20 minuttirnar í seinna hálvleiki vísti ÍF-liðið seg frá síni góðu síðu.
Samanspælið riggaði betur, og fleiri skilagóð álop vórðu gjørd, men sum tíverri ikki góvu mál.
So einaferð bragdaði.
Fuglfirðingar fingu hornaspark, ið Andi, sum spældi væl, skeyt innfyri og har stóð Clayton, ið smekkaði bóltin í meskarnar til støðuna 1-3. Clayton var eyðsýndur allan dystin.
Tá ið Dánjal kom inn í seinnna hálvleiki, kom meira ferð í álopið, og fleiri ferðir vóru fuglfirðingar um at fáa mál.
Men so hendi tað, ið ikki mátti henda, HB-liðnum eydnaðist at økja um sigurin til 4-1, sum ÍF-verjan átti at havt tikið sær av, men ikki megnaði.
Ikki fyri at bera í bøtuflaka fyri ÍF-liðið, men tveir týðandi spælarar í verjuni vóru ikki á liðnum í dag.

Komandi kappingarár ?
Fuglfirðingar eru fyri langari tíð síðani farnir at tosa um komandi kappingarár og spyrja, hvat skal gerast til tess at okkara lið framhaldandi verður í bestu deildini ?
Neyðugt er at styrkja liðið, eingin ivi um tað. Á hvønn hátt tað skal gerast, eru nógvar og ymiskar meiningar um.
Mong eru tey, ið hava víst á, at eitt nógv størri ungdómsarbeiði má gerast enn higartil við tí endamáli, at okkara egni ungdómur í framtíðini fer at mynda bestu deildina.

Basa vi KÍ aftur ?
Seinasti dystur hjá ÍF verður móti KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði, ið uttan iva fer at savna nógv fólk við vøllin, tí spenningurin um fyrsta plássið er stórur.
Seinast fuglfirðingar spældu móti KÍ var í Klaksvík, og tá vunnu okkara menn 4-2.
Vísa okkara spælarar seg frá síni bestu síðu, so kann tað lættliga henda, at ÍF-liðið vinnur á KÍ – og endar sostatt kappingina væl, sum hevur alstóran týdning fyri okkara lið komandi kappingarár.

-Signar