Teir fótbóltskønu rokna við, at oddaliðini í bestu deildini í hesum kappingarári verða HB, B36 og Víkingur.
Fyrsta liði vit royndu okkum ímóti, var Víkingur í Gøtu. Úrslitið gjørdist javnleikur. Í dag hava vit leikt móti HB, og mín sann um ÍF – liðið ikki megnaði at fáa javnleik og harvið fingið 2 stig til høldar.
Í ótýdliga veðrinum í dag, leikti okkara lið móti HB. Áskoðararnir vóru ikki so mangir, helst er tað veðrið, ið mundi verða orsøkin til tað.
Tað er altíð spennandi at síggja HB og ÍF leika dystir í Fuglafirði, tí aloftast hava teir verið javnir og spennandi.
Dysturin í dag var einki undantak. HB er eitt lið, ið altíð leggur seg eftir at spæla vakran og góðan fótbólt, og tað vístu teir eisini í dag.Veðrið darvaði teimum nakað, men teir royndu og høvdu yvirvág í leiki meginpartin av dystinum, men teir høvdu ilt við at fáa bóltin í meskarnar.
ÍF- liðið var heldur veingjaskert, tað kom á vøllin. Nýggi framherjin Lawal megnaði longu fyrsta dystin í Gøtu at fáa eitt reytt kort, so hann var ikki við og setti har við okkara lið í eina torføra støðu – og ein dyst aftrat.
Kendi leikarin Clayton var heldur ikki á liðnum í dag, tí uppihaldsloyvið var ikki í lagi enn. Hvussu kann slíkt henda, eru tað mong, ið spyrja, tí hesin maðurin hevur nú verið í so mong ár í Fuglafirði og leikt á ÍF – liðnum.
Álopsleikararnir í dag vóru Dánjal og Ari, ið báðir royndu sítt besta.
Hóast HB hevði bóltin meira, so megnaðu okkara menn at fáa fyrsta málið. ÍF fekk fríspark frammi í høgru síðu, ið varð skotið inn fyri HB – málið, og eftir trunkaspæl, eydnaðist tað Kristoffuri at smekka bóltin í HB málið til støðuna 1 – 0.
Men gleðin var stokkut, tí umleið 5 min. seinni eydnaðist tað HB at skora til javnleik 1 – 1.
HB hevði yvirvág í spæli eftir at tey tvey málini vórðu komin, og mangt bendi á, at HB fór at fáa mál, tí kjansirnir vóru fleiri. Men illa gekst teimum, einki vildi bera til, tí okkara verja stóð seg væl.
Móti endanum av dystinum kom meira futtur í fuglfirðingar, teir trúðu meira upp á tað og settu ferðina upp. Ta einu ferðina var ágrýtni Dánjal um at fáa mál, tá ið hann stóð einsamallur framman fyri HB – málmannin, men var so óheppin at skjóta við síðuna av.
Líknadi støðu kom Dánjal Pauli í, tá ið hann einsamallur stevndi móti HB – málinum, men rakti somuleiðis við síðuna av.
Alekandur gjørdi nakrar útskiftingar móti endanum av dystinum, ið riggaði væl, skuldu helst verðið gjørdar nakað fyrr.
Hugaligt er, tá ið ungir leikarar fáa møguleikan. Arnold er teknist væl fyri og kom væl frá dystinum.
Sum sagt, tað var eitt valalið, ið vit leiktu ímóti, og vit eiga at fegnast um ein javnleik í Fløtugerði og kunna staðfesta, at útlitini hetta kappingarár eru góð.

Signar.