Í døgunum 1.-4. august hava tvey lið úr Fuglafirði luttikið á Vildbjerg Cup í Danmark. Bæði liðini luttóku í kappingini fyri dreingir U14 í sjeymansfótbólti. Henda kapping telist millum størstu fótbóltskappingar í Danmark og vóru fleiri enn 700 lið meldað til kappingina í ár. Umframt ÍF, ið var einasti luttakari úr Føroyum, vóru lond sum Danmark, Ísland, Svøríki, Noreg, Finland, Týskland, Holland, Malta, Bermuda og USA tilmeldað kappingina.

Sigast má, at liðini hava staðið seg sera væl í kappingini. Annað av liðunum megnaði at fáa fjórða plássið í bólkaspælinum av fimm liðum, meðan hitt liðið vann innleiðandi bólkaspælið og spældi seg í hálvfinaluna. Í hálvfinaluni megnaði ÍF at spæla javnleik 3-3, men reglurnar fyri Vildbjerg Cup siga, at um úrslitið er javnleikur í eini hálvfinalu, eru tað hornaspørkini, ið avgera, hvør vinnarin skal verða. Av tí, at danska liðið hevði fleiri horna, tapti ÍF dystin. Dystin um triðja plássið vann ÍF 4-0 á norskum liði

Bronsahandaníf2