Print Friendly, PDF & Email

Viðhaldsfólk ÍF ` s høvdu væntað ein sigur til ÍF móti FC – Suðuroy í Fløtugerði í dag, tí talan var um ein heimadyst, og at okkara lið liggur væl betur fyri á stigatalvuni enn FC – Suðuroy.
So varð ikki, suðuroyngar struku avstað við øllum stigunum í dag, og fuglfirðingar sótu eftir við ongul í reyv – eitt stórt vónbrot fyri allar fuglfirðingar, ið hava áhuga fyri fótbólti.
Tað hevur verið nógv prát um tann góða ÍF “hóp,” ið skuldi eftir øllum sólarmerkjum at døma, ligið millum tey allarfremstu liðini, men tað vísir seg ikki at halda. Har sigurin skuldi verið vísur, har tapa vit.
Dysturin í Fløtugerði byrjaði væl. Tá ið umleið 6 minuttir vóru farnir eydnaðist tað fuglfirðingum at fáa fyrsta máli. Tað varð væl spælt. Dánjal fekk bóltin úti í vinstru síðu, smekkaði hann inn fyri, har Clayton setti hann í netið til 1 – 0.
FC – Suðuoy vísti frá fyrsta bríksli, at teir ætlaðu at stríðast, alt teir megnaðu, fyri at fáa ein sigur heim við sær.
Tá ið umleið 20 minuttir vórðu leiktir, eydnaðist tað teimum at fáa eitt vakurt mál í netið hjá fuglfirðingum, til støðuna 1 – 1. Og nakrar minuttir seinni skoraðu teir næsta málið til 2 – 1 til FC – Suðuroy, sum eisini varð hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kom Laval inn á ÍF – liðið fyri Leiv Joensen. Tað gingu bert nakrir fáir minuttir, so eydnaðist tað Laval at seta bóltin í málið hjá suðuroyingum, til støðuna 2 – 2.
Fuglfirðingar tóku alsamt meira yvir, og mangt bendi á, at ÍF fór at megna at basa FC – Suðuroy. Men suðuroyingar helmaðu ongantíð í, teir stríddust sum fyri lívinum og tað kastaði av sær. Við einum góðum álopi eydnaðist tað teimum at koma inn um ÍF – verjuna og seta bóltin í netið til støðuna 3 -2.
Fuglfirðingar settu øll segl til teir seinastu minuttirnar leikt varð, men uttan at fáa nakað burturúr. Mangan leikaði hart á frammanfyri málið hjá FC – Suðuroy, men inn í málið vildi bólturin ikki aftur.
Sostatt endaði dysturin við 3 – 2 sigri til FC – Suðuroy í Fuglafirði.

 

/Signar