Print Friendly, PDF & Email

Vit hava í dag funnið loysnina uppá venjaratoymið hjá okkum, eftir at Jákup hevur verið fyribils venjari í eina tíð.

Valið, sum felagið hevur gjørt, er at seta Símun Eliasen afturat Jákupi Mikkelsen. Hesir báðir koma báðir at virka sum høvuðsvenjarar.

Símun er úr Fuglafirði, er 41 ára gamal, og hevur spælt fyri 169 dystir fyri okkara besta kið, umframt at hann í 2011 eisini var venjari hjá besta liðnum. Avtalan millum partarnar báðar er galdandi fyri hetta kappingarárið.

Vit ynskja Símun hjartaliga vælkomnan heim aftur til ÍF og Fuglafjørð.

Á myndini síggjast venjaratoymið og formaðurin í felagnum.

Koyr á, ÍF!