Í kvøld er gjørd avtala við nýggja venjaran.

Talan er um ein kenning í felagnum, sum eisini telist millum størstu nøvn í føroyska fótbóltsheiminum.

Nýsetti venjarin er eingin minni enn málmanslegendan Jákup Mikkelsen, sum eisini spældi við okkum frá 2010-2014, tá ein long leikara yrkisleið endaði. Jákup hevur tikið neyðugu útbúgvingarnar, ímeðan hann sjálvur spældi, og tekur yvir restina av hesum kappingarárinum.

Hetta er aðru ferð, at Jákup skal royna seg sum venjar, tí í kappingarárinum 2009 var hann venjari hjá KÍ. Vit skulu nýta høvið at ynskja Jákupi hjartaliga vælafturkomnan til ÍF og Fuglafjarðar og góða eydnu við nýggja starvinum.

Hvør verður hjálparvenjari hjá Jákup er ikki endaliga komið uppá pláss enn, men verður kunngjørt so skjótt, tað er komið uppá pláss.

Koyr á, ÍF!