Veitslulag er í Mentanarhúsinum, har ÍF’arar hugna sær. Júst nú er almannakunngjørt, at vit hava sett venjara fyri komandi ár.

Jógvan Martin Olsen er settur sum venjari fyri komandi ár. Jógvan Martin hevur síðan 1994 verði venjari í vaksnamannafótbólti, og hevur vant LÍF, B68, NSÍ og Víking, umframt at hann eisini hevur verið landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum. Talan er um ein ógvuliga royndan venjara, sum er skrásettur fyri 282 dystir sum venjari.

Vit ynskja Jógvani Martin hjartaliga tillukku við starvinum, og ynskja honum vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.

Fleiri avdúkingar koma seinni í kvøld, so tað er bara at fylgja við á if.fo, um tú ikki hevur møguleikan at sita í Mentanarhúsinum í kvøld.

 

Koyr á, ÍF

 

Norðlýsið eigur myndina