Hóast kommunavalið nærkast, so er hetta eisini tíðin, har vit, eins og onnur feløg, arbeiða við at mynda hópin til komandi ár.

Í dag kom avtala í lag við mannin, sum skal venja Effo-liðið til komandi kappingarár. Valið fall á fryntliga klaksvíkingin, sum eftirhondini kann kallast ein av okkara egnu, Jákup Mikkelsen. Jákup tók yvir tíðliga í undanfarna kappingarári, og hava vit verið somikið væl nøgd við hann, at vit hava longt samstarvið við einum ári. Fyrrverandi málverjin kemur at virka sum høvuðsvenjari, nú hann er komin nóg væl áleiðis við venjaraútbúgvingini. Komandi ár verður sostatt áttanda árið, har Jákup verður at síggja í Fløtugerði, umboðandi reyða flaggskipið í Fuglafirði.

Vit gleða okkum til enn eitt ár saman við tær, og skulu nýta høvið at ynskja tær tillukku við sáttmálanum.

 

Koyr á, ÍF!!