Vit hava í kvøld gjørt avtalu við venjaran hjá Effo-liðnum fyri komandi tvey árini. Maðurin, sum valið er fallið á, er eingin annar enn Aleksandar Jovevic. Aleksandar, sum vanliga verður nevndur Alex, er eitt sera kent andlit í Fuglafirði. Hóast hann er upprunaliga úr Serbia, kunnu vit kalla hann ein av okkara egnu. Hann kom til Føroyar í 2003, tá hann spældi við Skála. Í 2004 gekk leiðin til NSÍ, og í 2005 var hann í TB, áðrenn hann, sum Alex sjálvur sigur, kom heim til ÍF í 2006.

Eftir at hava verið leikari á besta liðnum í 8 ár, bleiv Alex í fjør settur sum hjálparvenjari, umframt at hann eisini vandi 2. deildarliðið hjá okkum. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Alex venur fremsta liðið, so er venjaraleikluturin ikki ókendur fyri blíða og fyrikomandi serban, tí hann hevur í fleiri ár starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum, og hava vit verið so væl nøgd við samstarvið, at hann hevur skrivað undir sáttmála fyri 2015 og 2016. Vónirnar eru stórar til komandi kappingarár, og fegnast við um, at ein maður sum hevur hjartað fyri felagnum, valdi at taka starvið.

Samstundis kunngera vit, at vit fara eisini at seta nýggjan hjálparvenjara, av tí at Bogi Lervig, sum hevur verið hjálparvenjari síðan 2012, ikki heldur fram.

Vit ynskja Alex tillukku við starvinum, og ynskja honum góða eydnu.

 

Koyr á, ÍF!

IMG_2597