Print Friendly, PDF & Email

Nú góður hálvur annar mánaður er til kappingarbyrjan, er fremsta liðið hjá okkum farið í gongd við venjingardystirnar. Fyrsti dystur varð leiktur um vikuskiftið, og endaði hann við einum 2-1 sigri til okkum. Málskjúttarnir vóru Leivur Joensen og afturkomni Andy Olsen. Nýggi venjarin, Alex, valdi at byrja dystin við hesum 11: Hallgrím, Leivur, Poul, Áki, Levi, Fritleif, Arnold, Kristoffur, Ari, Nenad og Dánjal. Í hálvleikinum bleiv nærum alt liðið skift út, og spældu hesir 11: Predrag, Frank, Margeir, Jan, Sjúrður, Andre, Andy, Jákup Oluf, Andrias, Pól Magnus og Bergtór. Um dystin kann sigast, at leikararnir vístu góðan hugburð og fleiri góð ting vóru at síggja, umframt at málini vóru góð. Í seinna hálvleiki, vístu okkara men góðan stríðsvilja, og bardust fyri sigrinum.

Fyribils skrá fyri venjingardystir sær soleiðis út:
31. januar: VFF Cup í Havn
8. februar: B68 – ikki endaliga avgjørt, hvar hann verður spældur
11. februar: EB/Streymur – ikki endaliga avgjørt, hvar hann verður spældur
15. februar: TB í Fuglafirði
22. februar: Skála – ikki endaliga avgjørt, hvar hann verður spældur
Tað koma helst fleiri vinardystir, men teir eru ikki endaliga lagdir enn.

Fylg við á if.fo um tíðindi, sum hava við ÍF at gera.

Myndina eigur Nordlysid.fo – Oliver Joensen.