Nú einans 2 mánaðir eru til kappingin byrjar, eru fyrireikingarnar hjá fremsta mansliðnum í felagnum í gongd.

Tann parturin, sum er mest spennandi fyri áskoðaran er sjálvandi at síggja menn í dysti, og niðanfyri er eitt yvirlit yvir, nær venjingardystirnir eru. Sjálvandi við tí fyrivarni at broytingar kunnu koma í.

Skráin:

Leygardagin 23. januar: HB-ÍF

Leygardagin 30. januar: ÍF-Skála

Leygardagin 6. februar: ÍF-B68

Leygardagin 13. februar: Skála-ÍF

Leygardagin 20. februar: B68-ÍF

Leygardagin 27. februar: ÍF-NSÍ

Leygardagin 5. mars: ÍF-AB

 

Koyr á, ÍF!!